Russisku myndugleikarnir hava stongt skrivstovuna hjá amerikanska hjálpar- og menningarstovninum USAID.
USAID hevur verið virkin í Russlandi, síðani tað gamla Sovjetsamveldið datt sundur, og hesi 20 árini hevur stovnurin brúkt 2,7 milliardir dollarar til eitt nú átøk innan mannarættindi, demokrati, mannasmugling og djóravernd. Eisini valdi USAID at stuðla fyritøkuni Golos, sum vildi vera við, at fleiri mistøk vóru á tjóðartingsvalinum í Russlandi í desember í fjør.
Victoria Nuland, sum er talskvinna hjá amerikanska uttanríkisráðnum, sigur, at amerikanararnir hava verið stoltir av tí, sum USAID hevur avrikað í Russlandi, men hon sýtti fyri at gera viðmerkingar til, at russar nú hava steðgað virkseminum.
Viðurskiftini millum USA og Russland hava verið versnandi, síðani Barack Obama tók við forsetaembætinum í januar í 2009, og í seinastuni hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, lagt amerikanararnar undir at stuðla upp undir misnøgd í Russlandi.
Tað var John F. Kennedy, forseti, sum stovnaði USAID fyrst í sekstiárunum, og í dag virkar stovnurin í meiri enn 100 londum.