Russar vandu álop á Stockholm

Á páskum vandu russisk hernaðarflogfør álop á svenska høvuðsstaðin Stockholm. Seks russisk flogfør flugu ímóti Svøríki langa fríggjadag og gjørdu simulerað álop á hernaðarstøðir í høvuðsstaðarøkinum. Tað skrivar svd.se.

Umboð fyri svenska flogvápnið váttar tilburðin og sigur, at svenskarar hildu eygað við russisku flogførunum, sum vóru í altjóða flogrúmi og vendu við, áðrenn tey komu inn í svenskt loftrúm.

Svenskarar sendu ikki flogfør á flog fyri at møta russisku flogførunum, men NATO sendi tvey donsk F-16 flogfør, sum verður stødd á einum flogvølli í Litava, á flog.

Ein ónavngivin kelda sigur við Svenska Dagbladet, at tað verður roknað sum eitt álvarsamt mál, at svenskarar ikki reageraðu upp á tilburðin.