Russland er tveitt úr olympisku vetrarleikunum í Suður Korea í vár. Tað boðar altjóða olympiska nevndin, IOC, frá, skriva miðlar um allan heim í kvøld og sostatt er ein hin størsta gølan í olympisku søguni, veruleiki.
Orsøkin til burturvísingina er at tað er avdúkað, at eitt miðvíst og skipað svik hevur verið í Russlandi við stimbrandi evnum. Tað er kortini greitt, at russisk ítróttarfólk, sum kunnu prógvað, at tey ikki hava tikið stimbrandi evni, sleppa við, men tað verður undir olympiska flagginum og ikki undir russiska flagginum.
Olympyska nevndin er eisini dømd at rinda einar 75 millionir krókur, sum er upphæddin, kanningararbeiðið hevur kosta IOC, og ein partur skal brúkast til eitt nýtt, óheft dopingareftirlit.
Samstundis er bann sett nøkrum av teimum í fremstu røð í olympisku nevndini í Russlandi, at vísa seg á olympiskum leikum og ein russiskur nevndarlimur í IOC, er koyrdur úr nevndini.