KÍ hevur skift hálvt liðið út

B68 saknar ein álopsspælara, og onkrir av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, eru á beinkinum

Klokkan 18 verður fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini. Hann er í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av B68.

 

Sammett við teir, sum týskvøldið vóru á vøllinum, tá ið KÍ í UEFA Conference League vann 2-0, hevur KÍ venjarin Magnus Powell skift helvtina av liðnum út, nú klaksvíkingar fyrireika seg at spæla ímóti B68.

 

Fimm nýggir spælarar eru millum teir fyrstu ellivu. Teir eru málverjin Mark F. Jensen og Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen, Martin Gonzalez og Filip Brattbakk.

 

Sebastian Linnet John er á beinkinum saman við eitt nú Jákupi B. Andreasen og Deni Pavlovic, meðan Odmar Færø og René Shaki Joensen ikki eru á listanum í kvøld.

 

Hjá B68 er Jóhan Josephsen ikki á listanum. Millum teir á beinkinum eru Hanus Højgaard, Bárður Ó. Jensen og Leivur F. Guttesen.

 

 

 

KÍ - B68 kl. 18.00

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Martin Gonzalez, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Jákup N. Vilhelmsen, Fríði á Borg – Patrick Mensah, Jonathan Wembonyama – Emanuel Kulego, Karsten Clementsen, Tóki á Lógv – Sebastian Lau Nielsen