Institute for the Study of war (ISW) veit í dag at siga, at ukrainska verjan í stóran mun hevur steðgað russisku frambrotunum í eystara parti av Ukraina.
ISW er ein tankasmiðja í USA, sum granskar og ger greiningar í verju- og uttanríkisviðurskiftum, og í morgun siga tey, at fleiri russisk álop sunnan fyri býin, Izium, í gjár vóru miseydnað.
Sambært CNN sigur ukrainski herurin eisini, at Russland ikki hevur havt eydnuna við sær at bróta ígjøgnum hermótini í Luhansk og Donetsk.
Í morgun siga bretskar fregnartænastukeldur, at hervenjingar eru í Hvítarusslandi.
Hildið verður, at eitt av endamálunum við hesum venjingunum er at binda ein part av ukrainska herinum har norðuri í landinum, soleiðis at herurin stendur veikari í Donbas-økinum.
Í morgun verður eisini sagt frá blóðugum bardøgum á stóra stálverkinum - Azovstal - í Mariupol, har seinastu ukrainsku hermenninir í Mariupol hava viðggirt seg.
Umframt ukrainsku hermenninir, eru framvegis fleiri sivilfólk, mest kvinnur, børn og eldri, í Azovstal, har tey seinastu tveir mánaðirnar hava søkt sær skjól undan russisku bumbunum.












