Russland hevur gjørt av at keypa 50 amerikonsk ferðamannaflogfør av slagnum Boeing 337. Sambært amerikonskum fjølmiðlum er sáttmálin fýra milliardir dollarar verdur og fer at skapa fleiri túsund nýggj arbeiðspláss.
Tað varð kunngjørt í gjár í sambandi við, at russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, er í Washington og vitjar Barack Obama, forseta.
Teir báðir høvdu fund í Hvítu Húsunum í gjár, og aftaná varð sagt, at viðurskiftini millum tey bæði londini hava sjáldan verið betur enn nú.