Russland hevur økt sítt hernaðarliga virksemi í tí arktiska økinum við at lata MIG 31-jagaraflogfør hava støð á Novaja Semlja. Russiska tíðindastovan RIA Novosti skrivar, at flogførini verða flutt hagar innan árslok, og at teirra uppgáva verður at forða álopum norðaneftir.
Umframt flogførini skal ein rakettverjuskipan setast upp á Novaja Semlja.
Ein umboðsmaður fyri russiska flogvápnið sigur við tíðindastovuna, at kuldin á Novaja Semlja fær onga ávirkan á møguleikarnar hjá flogførunum og rakettverjuni ella teimum, sum skulu arbeiða har, tí umstøðurnar eru góðar.
Novaja Semlja er kent sum tað staðið, har gamla Sovjetsamveldið gjørdi nógvar av sínum kjarnorkuroyndarspreingingum undir kalda krígnum.










