Í Vági varð runnið kring Vatnið vesturi á Eiðinum. Hóast veðrið gjørdi, at fótbóltsdystir á Eiðinum vóru avlýstir, so møttu tey flestu av teimum, ið høvdu teknað seg til stuðulsrenningina í Vági, t.v.s. eini 70 fólk.
Runnið varð í vindi og regni, og umstøðurnar vórui ikki tær bestu, men hóast hetta tóktust fólk nøgd, og eftir renningina vóru vinningar lutaðir burtur millum tey luttakandi.