Rúni Joensen: Sáttmálin kundi ikki broytast

- Avgerðin hjá løgmanni um at lógarheimildin skuldi aftur í løgtingið førdi við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infrastructure Partners. Tá kom kravið um at allir standardir frá 25. juni 2013 skuldu vera galdandi fyri tunnilin, eisini frameftir. Og tá kom eisini krav um, hvussu felagið skuldi roknast skattliga.

 

Tað sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum.

 

Hann vísir á, at sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners var úrslit av eini samráðing. Samráðingarnar vóru lidnar, og sáttmálin skuldi skrivast undir 27. juni. Av somu orsøk ber ikki til at broyta nakað í sáttmálanum. Innlendismálaráðið fær einki broytt, og løgtingið fær heldur einki broytt.

 

4. juli skrivaðu tær tríggjar deildirnar í Innlendismálaráðnum eina felags frágreiðing um lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard. Frágreiðingin er ein lang røð av atfinningum móti lógaruppskotinum.

 

- Sáttmálin millum IMR og CIP leggur upp fyri teimum flestu av hesum viðmerkingum, sigur Rúni Joensen, sum tó í í dag ásannar, at felags frágreiðingin frá teimum trimum deildunum í aðalráðnum átti at verið latin løgtinginum.

 

Men hóast løgtingið hevði fingið frágreiðingina frá Innlendismálaráðnum, so hevði løgtingið reelt ikki havt møguleika at gera nakað við hana.

 

- Sáttmálin er úrslit av eini samráðing. Og tað fær løgtingið einki gjørt við. Ikki annað enn antin at taka undir við lógaruppskotinum ella lata vera, sigur Rúni Joensen.

 

Avgerðin hjá løgmanni um at málið skuldi aftur í løgtingið hevði tó við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infrastructure Partners.

 

- Krøvini vórðu sett fram, vísandi til ”politiska risiko”. Og tey vóru ultimativ. Tað vil siga, at felagið trekti seg burtur úr samráðingunum, um Innlendismálaráðið ikki gekk teimum á møti, sigur Rúni Joensen.

 

Harafturat kravdi CIP eina millión krónur afturfyri at leingja freistina frá 27. juni til 5. september. Upprunaliga kravið var, sambært Rúna Joensen, 10 milliónir krónur. Verður sáttmálin ikki undirskrivaður 5. september, so fellur milliónin til gjaldingar. 

 

Hoyr eina longri samrøðu við Rúna Joensen, aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les meira:

Her er frágreiðingin hjá Kára P. Højgaard til løgmann

Løgmaður: Eg fái eina frágreiðing um nakrar dagar

Kristina Háfoss: Politisk undantaksstøða 

Høgni Hoydal: Løgmaður má leggja frá sær

Aksel V. Johannesen: Løgmaður er størsti trupulleikin

Hetta visti løgmaður

Her eru fjaldu fakligu ráðini til Kára P. Højgaard