Rúni Joensen fekk reyða kortið í Vestmanna

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr dramatikkin, sum var í fyrra hálvleiki í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir savnsmyndini, og hoyr Trónd Arge siga frá løtuni í fyrra hálvleiki av dystinum í FTZ deildini millum VÍF og KÍF í Vestmanna, tá Rúni Joensen hjá KÍF fekk reyða kortið fyri at fella Niklas Selvig. Hetta hendi í 27. minutti. 

 

Hetta kemur illa við hjá KÍF, sum have ein skerdan hóp, sum er. Rógvi Weyhe situr uttanfyri við skaða, og KÍF hevur nú bara sjey útispælarar og tveir málverjar.