Runavík stuðlar nýggjum Blákrossheimi

Á fundi í Runavíkar býráði komandi hósdag er eitt av málunum ein umsókn frá Bláa Krossi um fíggjarligan stuðul til bygging av tí nýggja Blákrossheiminum á Nesi.

Søkt verður um 300.000 krónur frá kommununi til bygging av hesum heiminum sum er mett at kosta 10 mió krónur. S

osiala nevnd og fíggjarnevndin hava havt málið til viðgerð og viðmæla umsóknini, og heita á býráðið um tað sama.