Rullandi skeiðsbussur vitjað

Seinastu dagarnar hevur ein rullandi skeiðsbussur vitjað í Føroyum. Fleiri maskinmeistarar og onnur, ið hava við kúlulegur og aðrar legur at gera hava verið á skeiði hesar dagarnar

Undirvísing

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Skeiðsbussurin er í veruleikanum ein lastbilur, ið er umbygdur soleiðis at hann í »lastini« hevur eini snotilig og praktisk skeiðshøli við allari neyðugari útgerð. Tað er legufyritøkan SKF, ið situr á umleið 20 prosentum av heimsmarknaðinum fyri legur, ið eigur henda bussin, ið ferðast kring alt Evropa og heldur undirvísingarskeið í nýtslu av teirra legum og amboðum.

Tað er fyritøkan KBI í Klaksvík, ið hevur fingið bussin hendaveg, og tað eru fleiri, ið hava verið til hetta skeiðið.

Serliga eru tað maskinmenn, maskinsmiðir, elektromekanikarar og aðrir, ið dagliga arbeiða við legum, ið hava verið til hetta skeiðið, umframt teir, ið dagliga standa fyri innkeypi av hesum vørum og amboðum.

Umboðsmaðurin hjá SKF, Frank Hasselbach, greiddi frá, at teir framleiða legur til alskyns vinnur, og fyri føroyingar var tað kanska serliga áhugavert í samband við sjóvinnuna og eisini í ein vissan mun orkuvinnuna, havandi í huga at tað møguliga koma fleiri vindmyllur upp sum árini líða.

- Skeiðið tekur vanliga tveir til tríggjar tímar, men vit hava eisini skeið, ið eru yvir fleiri dagar, har vit veruliga fara í dýpdina við at læra, hvussu tú nýtir tey røttu amboðini og nýtir amboðini rætt. Tað er jú ikki bara bara at taka eina legu av og seta eina nýggja á, greiddi Frank Hasselbach frá.


Orkusparandi

Endamálið við at undirvísa í hvussu hesin deilur, ið flestu okkara sjáldan hugsa um, skal handfarast, er at spara pening í viðlíkahaldinum, soleiðis at deilurin ikki ferð eftir ferð brotnar og skal skiftast.

Harafturat er eisini ein annar vinningur í hesum, nevniliga at spara orku.

- Hetta er eisini nakað, ið tey stóru reiðaríini, eitt nú Mærsk, leggur sera stóran dent á og setur strong krøv til. Við at gera tað rætt fyrstu ferð, ber til at minka um friktiónina og harvið eisini um orkunýtsluna, greiddi Frank Hasselbach, umboðsmaður hjá SKF, frá.