Rukku Europa League men ikki uttan niðurtúrar

(Rás2) Hoyr formannin í B36 seta orð á avrikið hjá B36, sum vann bronsu í landskappingini og silvur í steypakappingini

Tað eru blandaðar kenslur í B36 nú kappingarárið er liðugt.

 

Bronsuheiðursmerki kom í hús í dag aftaná enn ein javnleik ímóti HB, og plássið í Evropa var tryggjað fyri stuttum.

 

Men nakrir niðurtúrar hava verið á vegnum hjá B36. Ein tapt steypafinala ímóti NSÍ, og avgerandi dystir í FM-stríðnum eru eisini taptir. Tað er eisini eitt afturstig, at næstbesta liðið datt úr 1. deild, men á avgjørdu plusssíðuni er, at U18-liðið hjá B36 vann FM fyri fyrstu ferð í 45 ár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin hjá bronsuvinnarunum, B36, Rúna Herup Olsen seta orð á kappingarárið hjá B36. Ætlanin er aftur at hava eitt lið, sum kann kappast í oddinum í effodeildini komandi kappingarár.

 

B36 hevur ársveitslu leygarkvøldið 28. oktober.