Meðan føroyska landskappingin er komin í helvt, so eru flestu av stóru landskappingunum komnar at enda. Nú verður gjørt klárt til at avgreiða Europa League og Champions League. Tað merkir at tað veður ein rúgva av evropesiskum fótbólti komandi tíðina. Frá í dag eru bara tríggir dagar uttan Europa League ella Champions League fótbólt.
Tað byrjar í kvøld og hóskvøldið, tá seinnu 1/8 finalurnar verða í Europa League. Kappingin telur feløg sum Manchester United, Inter Milan, FCK, Sevilla, AS Roma og Wolverhampton.
Fríggjakvøldið byrjar so endaspælið í Champions League kappingini. Her skulu fyrst nakrar av 1/8 uppgerðunum avgreiðast. Lyon hevur eina 1-0 leiðslu undan dystinum móti Juventus, meðan Manchester City er á odda 2-1 undan heimadystinum móti Real Madrid.
Leygarkvøldið er aftur talan um seinnu 1/8 finalur. FC Barcelona er á heimavølli móti Napoli. Fyrri dysturin endaði 1-1. Bayern Munchen vann 3-0 á Chelsea á Stamford Bridge, tí er Bayern Munchen stórfavorittur at koma víðari.
Sunnudagin er frídagur, men síðani eru tað tíggju dagar við Europa League og Champions League, har finalistarnir skulu finnast. Europa League finalan er 23. august, meðan Champions League finalan er 25. august.
##med2##