Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at hann fer at seta seg í samband við russar í dag, og hetta er í sambandi við eina møguliga vápnahvíldaravtalu.
Uttanríkisráðharrin heitir eisini á russar um at gevast við sínari krígsførslu í Ukraina.
Tað var í gjár, at Ukraina og USA samdust um eina avtalu um vápnahvíld í Ukraina í 30 dagar, men enn veit eingin, hvat Russland sigur til hetta.
Russar hava áður sagt, at landið vil hava eina varandi loysn í stríðnum landanna millum - og ikki bara eina vápnahvíldaravtalu.
- Tað er eingin hernaðarlig loysn á hesum striði, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio.
Tað var USA, sum skeyt upp yvirfyri Ukraina at fáa í lag eina vápnahíld, og Ukraina hevur tikið undir við uppskotinum.
Sambært avtaluni skal steðgur verða í stríðsatgerðum landanna millum kring alt hermótið - eisini á sjónum og í luftini.
Higartil hevur Russland ikki svarað, um landið tekur undir við einari slíkari vápnahvíld.
Kreml-talsmaðurin, Dimitrij Peskov, útilokar sambært tíðindastovuni NTB ikki, at forsetarnir í Russlandi og USA, Vladimir Putin og Donald Trump, skjótt kunnu hittast.
Undir einari kunning í Kyiv í dag tosaði ukrainski forsetin um fundin í Saudi Arabia í gjár, og hann segði, at fundurin var kostruktivur.
Forsetin heldur, at ein 30 dagar long vápnahvíld kann brúkast til at fáa eina breiðari friðaravtalu í lag millum londini.
Volodymyr Zelenskyj fegnaðist eisini um, at USA nú aftur vil deila fregnartænastuupplýsingar við Ukraina og er til reiðar aftur at veita landinum hernaðarhjálp aftur.