Úrslitini fara at síggjast til heystar

- Vanliga er toskur eini 3 ára gamal og millum 55-60 sentimetrar langur, áðrenn hann gerst kynsbúgvin, men í alingini gongur alt nógv skjótari fyri seg. Tí er ein ávísur vandi fyri, at fiskurin gerst kynsbúgvin fyri tøku, og tá gerst vinnan minni lønandi, sigur Poul Vestergaard, sum starvast hjá Fiskaaling

Toskaaling

 

Á aliráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin, fer Ingolf Joensen, stjóri á Fiskaaling, at kunna um toskaaling í Føroyum higartil. Aliráðstevnan byrjar klokkan 8.30 og heldur fram til umleið klokkan 16.15. Høvuðsdentur verður lagdur á, hvussu alivinnan kann optimalisera sína framleiðslu av laksi fram til tøku av fiskinum. Eftir fyrilestrarnar, sum verða fleiri í tali og koma at snúgva seg um mong ymisk viðurskifti innan aling, verður døgurði fyri luttakarunum.

 

Gongur væl

Poul Vestergaard, sum starvast hjá Fiskaaling, sigur, at meðan tað hevur gingið heldur striltið við framleiðslu av toskasmolti, er gongdin við sjálvari toskaalingini í nótum á Árnafirði og í kørum í Hvalba á leið soleiðis, sum væntandi hevur verið.

Á Árnafirði, har Faroe Salmon eigur alibrúkið, svimja umleið 100.000 fiskar undan toski av Føroyabanka í nótum – og í Hvalba, har Faroe Cod Farming eigur virksemið, svimja út við 40.000 fiskar í kørum. 30.000 eru undan toski av Føroyabanka og 10.000 undan toski av landgrunninum.

Í vikuni fara 40.000 toskasmolt undan toski av Føroyabanka aftrat til Hvalbiar.

- Tað gekk eitt sindur galið við smoltframleiðsluni í fjør, har tað ikki eydnaðist so væl við startfóðringini, men vit satsa upp á, at tað verður betri í ár.

Poul sigur, at tað liggur ikki í kortunum, at fleiri toskasmolt skulu setast úr á Árnafiðri í ár, men hinvegin skulu nevndu 40.000 setast út í kørini í Hvalba.

 

Ymiskar umstøður

Tað var um hálvan desember í 2006, at fiskur varð settur út í Árnafirði, meðan hvalbingar settu sín fisk út seint í januar mánaða í 2007.

- Fiskurin hevur soleiðis sama aldur, men smoltini, sum vórðu sett út í Hvalba, vóru nakað størri, tí tey vóru tað eldri.

Í Hvalba hava teir havt ávísar tekniskar trupulleikar, sum væntandi eru í byrjanini av slíkari aling, og tí hevur vøksturin kanska ikki verið hin optimali.

- Samamumtikið kunnu vit tó siga, at vøksturin bæði á Árnafirði og í Hvalba hevur verið brúkiligur – fyri ikki at siga heilt góður, sigur Poul, sum kortini ikki kennir alla gongdina í smálutum.

Hann vísir á, at toskur sum alifiskur er soleiðis háttaður, at sær hann eitt hol í nótini, rýmir hann. Hinvegin kann laksur svimja í ring – og er ikki so skjótur at rýma.

- Í Hvalba er eingin vandi fyri, at fiskur rýmir, men hinvegin kostar virksemið í pumping og hiting av sjógvi. Tú ert nærri fiskinum og sært alla tíðina, hvussu gongdin er. Eisini ber til at stýra hitanum í sjónum betri. Á Árnafirði er fóðringin sjálvvirkandi, og har síggja teir eisini fiskin um kamera og á teldu.

Fiskur, sum er aldur í kørum í Hvalba, er royndur á matstovu í Havn og sum skilst, royndist fiskurin væl.

 

Takast í heyst

Poul Vestergaard sigur, at fiskurin, sum settur varð út á Árnafirði og í Hvalba fyri góðum ári síðan, nú vigar stívliga 4 pund.

- Gongst, sum ætlað, vigar hesin fiskur stívliga 8 pund í august, og tá kann hann takast, um eingi óhapp verða.

Tað verður helst torført at siga nakað neyvt um gongdina í hesi royndartíðini, fyrr enn vit koma longur út á árið, og úrslitini av hesi fyrstu útseting fyriliggja.

- Eg vóni sjálvsagt, at alingin av toski, sum nú er byrjað á Árnafirði og í Hvalba, fer at halda fram, og vit vita einki annað enn, at so verður.

Poul væntar, at sum tíðin gongur, og kunnleikin um toskaaling í Føroyum gerst størri, fara enn fleiri at vísa hesum nýggja møguleika áhuga.

- Tá ið hetta er fyrstu ferð, at toskaaling verður roynd í so stóran mun í Føroyum, er væntandi, at ymisk viðurskifti koma at gera seg galdandi, sum loysnir mugu finnast fyri.

 

Kynsbúning

Poul sigur, at ein trupulleiki, sum teir, ið fáast við toskaaling, hava at dragast við, er kynsbúningin.

- Kynsbúningin hevur verið ein trupulleiki, eisini í londunum uttanum okkum, sum fáast við aling av toski.

Hann vísir á, at í laksa-og sílaalingin verður ljós sett til alistøðirnar, og hetta verður eisini brúkt í toskaalingini fyri at útseta kynsbúningina.

- Hinvegin er greitt, at toskaalingin krevur meira ljós enn laksa-og sílaalingin, um fiskurin ikki skal gerast kynsbúgvin ov tíðliga. Enn vita vit ikki, um ein partur av toskinum, sum gongur á Árnafirði og í Hvalba, kann gerast kynsbúgvin longu seinni í summar, men tað vóna vit sjálvsagt ikki.

Poul vísir á, at tað er umráðandi, at fiskurin ikki gerst kynsbúgvin fyri tøku, tí tá missir hann vøkstur.

- Vanliga er toskur eini 3 ára gamal og millum 55-60 centimetrar langur, áðrenn hann gerst kynsbúgvin, men í alingini gongur alt nógv skjótari fyri seg. Tí er ein ávísur vandi fyri, at fiskurin gerst kynsbúgvin fyri tøku, og tá gerst vinnan minni lønandi, tá ið bíðast má við tøku til seinni.

Spurdur, um trupulleikarnir eru størri við silja-ella rognafiski, sigur hann:

- Sum eg havi skilt, er tað serliga siljafiskurin, sum gerst kynsbúgvin fyrst. Tað sama síggja vit við eitt nú kalva. Vøksturin hjá fiski, sum gerst kynsbúgvin, steðgar, og síðan gongur ein tíð, til gongd kemur á vøksturin aftur.

 

Gongur framá

Norðmenn hava gjørt royndir við toskaaling í nøkur ár, og har eru teir framvegis ikki komnir á mál. Tó eru alarar við at fáa lønandi rakstur í vinnuna, og tað gongur alla tíðina framá.

- Trupulleikarnir hjá eitt nú norskum toskaalarum hava verið kynsbúning, felli og svinn. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður hjá føroysku alarunum, men vit vóna, at úrslitini seinni í heyst fara at vísa, at toskaaling er ein møguleiki, sum vit eiga at leggja okkum eftir.

Poul Vestergaard sigur, at Fiskaaling hevur nakað av toski svimjandi á støðini, og á aliráðstevnuni fer Ingolf Joensen, stjóri í Fiskaaling, at leggja fram nøkur úrslit og samanberingar millum eitt nú vøkstur og kynsbúning undir ymiskum umstøðum.