Úrslitið tændi bara KÍF

Hondbóltur - Kyndil og VÍF býttu stigini millum sín og tóku sostatt ikki av møguleikanum at ota seg nærri KÍF, sum tapti í Hoyvík í gjár. Úrslitið tændi hvørgum av liðunum ella spenninginum í oddastríðnum

Kyndil og VÍF høvdu tamar­haldið á hvør sínum hálvleiki. Tað er, sum heimasíðan hjá Kyndli skrivar.
– Vestmenningar iðra seg um seinna hálvleik, og kyndils­menn spyrja, hvat gekk galið í fyrra hálvleiki, er skrivað.
Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki fór VÍF avstað og vann sær eina greiða leiðslu. Vestmenningar vóru eitt skifti á odda við sjey málum.
Heimaliðið var sum ham­skift eftir steðgin. Verju­spælið var munandi meira sann­førandi, og tað kom av álvara veiggj í álopsspælið. Høgni Klein-Olsen stóð seg millum ann­að væl.
VÍF var á odda 23-16, tá ellivu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Næstu tólv minuttirnar fingu vestmenn­ingarnir einki mál. Tá teir loksins fingu hol á aftur, var Kyndil á odda 25-24.
Hans Áki Dal-Christiansen hevði møguleikan at tryggja Kyndil bæði stigini, men Eli Muller vardi fyri í seinastu royndini.
Hava runnið aftaná
Kyndil og VÍF hava roynt at vunnið seg nærri finalu­plássinum seinastu vikurnar, men liðini hava ikki tikið av gyltu møguleikunum. Bæði Kyndil og VÍF stevndu móti sigr­unum í dystunum móti KÍF í januar, men kollfirðingar vunnu seg aftur seinastu løt­una.
Í gjár tapti KÍF fyri H71. Men Kyndil og VÍF snávaðu aftur. Javnleikurin í høllini á Hálsi blæsir ikki stórvegis spenning í finalustríðið aftur.