Úrslitaríkt politiskt samstarv  og framlítandi visjónir og ætlanir um vælferð

1. partur av tveimum

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Allir føroyingar og alt løgtingið, bæði samgonga og andstøða, kunnu gleðast um eina løgmansrøðu, sum er sjáldsama nógv merkt av sosialum og vælferðarpolitiskum raðfestingum:
sum kann vísa á bæði nógv og stór avrik,
sum harvið dokumenterar eitt virkið og úrslitaríkt politiskt samstarv,
sum í tí framlítandi partinum bæði er sjáldsama ítøkilig og visionér um tað, sum verður sett út í kortið,
og sum haraftrat byggir á eitt sterkt og stabilt politiskt samstarv, ið gevur orðunum autoritet og skapar trúgv uppá, at tær fráboðaðu ætlaninar verða settar í verk.

Eisini fyri javnaðarfólk er nógv at gleðast um
Nú hevur Javnaðarflokkurin verið nógv hartaður, serliga av sínum egnu, fyri at ov lítið sæst aftur til hann í tí førda politikkinum. Nei tað er kanska ikki so nógv skrólan frá Javnaðarflokkinum, men ein av mínum grundum til at skriva hesa greinina burtur úr røðu míni um ólavsøkurøðu løgmans, er m.a. at vísa javnaðarfólki á, at tað er rættiliga nógv, vit kunnu gleðast um. Bæði tá tað snýr seg um tað, sum henda samgongan hevur fingið av skafti á almanna- og heilsuøkinum, og tá tað snýr seg um tær fráboðaðu ætlaninar fyri hetta nýggja tingárið.

Konstruktivt politiskt samstarv
Eg skal sjálvsagt halda meg til tey sosial- og heilsupolitisku málini, sum eru løgd fram. Men eg vil byrja við at lýsa nøkur av teim nógvu málum, sum eru fingin av skafti á tí økinum í hesum landsstýrisskeiðinum - flestøll málini strekkja seg jú yvir fleiri ár við drúgvum og seigum arbeiði. Og so eru tey framd í flestøllum førum í einum konstruktivum samstarvi millum samgongu og andstøðu í Trivnaðarnevndini.

Nógv er fingið av skafti
Lat meg nevna m.a.
Barnaverndarlóg: vit hava fingið nýggja føroyska barnaverndarlóg í staðin fyri ta gomlu donsku, og alt barnaverndarøkið er blivið skipað, lands og í nýggjum kommunalum samstarvseindum
Sjúkrahúslóg: vit hava fingið nýggja sjúkrahúslóg, nýggja skipan við sjúklingaráði, betri skipan av visitatión til viðgerð uttanlands og fyrsta lógargrundarlagið fyri heilsutilbúgving í Føroyum
Fyribyrgjandi heilsutænastur: vit hava fingið nýggja skipan um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung
Tubbakslóg: vit hava fingið nýggja tubbakslóg fyri at víðka um roykifría umhvørvið og byrgja fyri at ung fara at roykja
Heilsuavgjøld: í 2 umførum hava vit lagt hægri avgjald á tubbak og fleiri ikki-heilsugóðar vørur fyri at tálma nýtsluna av hesum
Skúlaheilsuátøk: vit hava sett heilsuátøk í verk í fólkaskúlanum, so okkara børn kunnu taka reint og kalt vatn og frukt fram um ósunnar sukur- og fitivørur
Talgild heilsuskipan: verkætlanin um talgilda heilsuskipan, størsta KT-verkætlan í Føroyum, verður liðugt implementerað og tikin í nýtslu seinni í ár
Dopinglóg: vit hava fingið Føroya fyrstu dopinglóg
Autorisatón av heilsustarvsfólki: vit hava fingið autorisatiónslóggávuna fyri 3 týðandi heilsustarvsbólkar uppá pláss, nevnliga sjúkrarøktarfrøðingar, bioanalytikarar og radiografar
Ílegugransking: lógargrundarlagið fyri gransking í mannaílegum er skipað, og vit eru farin undir at skipað ílegusavnið sum kjarnustovnin í hesum granskingarvirki
Røntgen-nútíðargerð: við eini verkætlan uppá tils. 26 mió. kr. árini 2005-07 verður framd ein digitalisering og útskifting av røntgenútgerðini á øllum trimum sjúkrahúsunum, har tann síðsta røntgenstovan á landssjukrahúsinum verður gjørd í komandi ári
Diabetes viðgerð: á øllum trimum sjúkrahúsunum eru nú skipað diabetes-ambulatorium, og betri tilboð eru fyri insulinviðgerð av diabetessjúklingum
Psykiatriin: stór framtøk eru gjørd á psykiatriska økinum, sum er raðfest hægri enn nakrantíð, bæði í íløgum og rakstri, m.a. við eini sosialpsykiatri við bústaðar- og virknistilboðum til sálarsjúk
Samhaldsfasti: inntøkugrundarlagið hjá fólkapensjonistum er styrkt við munandi hækkingum av Samhaldsfasta, og tá hann fyri triðju ferð verður hækkaður 1. jan. 2007, kemur hann uppá einar 2000 kr mánaðarliga til allar fólkapensjonistar
Landssjúkrahúsið: farið er undir nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum við verklagslóg uppá 105 mió. kr. til fyrstu 3 árini av 10-ára verkætlan uppá íalt 350 mió. kr.
Heilivágsframleiðslan hjá Apoteksverkinum verður nútímansgjørd og útbygd við verklagslóg fyri 2006-07 uppá 20 mió.kr.
Røktarheim og eldrasambýli: nýggj studningslóg skal árini 2006-2008 við 51 mió.kr. stuðla útveganini av 136 nýggjum eldrabúplássum - hetta aftaná at henda samgongan eisini hevur fullført ætlanina hjá undanfarnu samgongu um 123 búpláss, við at útvega tað mesta av íløgukostnaðinum (íalt 34 mió.kr. í 2004 og 05) og allan rakstrarkostnaðin (sum sæst aftur í at raksturin í eldrarøktini er øktur við 50 mió.kr. frá 2003 til 2006)
Heimleys: uppskot um heimleys var fyri á løgtingi í vár, og lógaruppskot verður lagt fyri tingið í heyst
Fólkaheilsuætlan: fyrsta føroyska Fólkaheilsuætlanin fekk góða undirtøku í løgtinginum, og harvið er fyrstu ferð orðaðir yvirskipaðir fólkaheilsupolitiskir málsetningar og ítøkiligar ætlanir um fólkaheilsupolitisk átøk
Brekað børn: nýggj stuðulsskipan fyri brekað børn varð sett í verk í vár, og við nýggjari grein í dagstovnalógini fáa børn við serligum tørvi javnbjóðis atgongd við onnur børn til kommunalu ansingartilboðini
Arbeiðsskaðatryggingarlóg er á veg  uppskotið varð gjørt liðugt í Almanna- og heilsumálaráðnum og verður nú lagt fram av Vinnumálaráðnum
Pandemi tilbúgvingarætlan: við skjótum og effektivum nevndararbeiði hava vit fingið eina Pandemi-tilbúgvingarætlan  ein tann fyrsta í Norðanlondum. Samstundis eru tikin øll neyðug stig í heilivágstilbúgvingini í samband við eina møguliga influensa-pandemi, heimsfarsótt við beinkrími

Listin kundi verið væl longri við fleiri øðrum málum aftrat, sum gera ábøtur og nýskapanir í lógar- og kunngerðarverki og fyriskipanum á almanna- og heilsuøkjunum. Men tað verður ov drúgt at taka alt við her.

Í næsta parti fari eg so at venda mær til tey høvuðsmál, sum eru sett á skránna fyri hetta nýggja tingárið.