Ársins familjubilur hjá kvinnunum

Ein bólkur av kvinnuligum motorjournalistum hevur kosið Volvo XC60 sum Family Car of the Year. Undir heitinum Women´s World Car of the Year hevur ein bólkur av kvinnuligum motorjournalistum fyri fyrstu ferð nakrantíð givið teirra boð upp á hvørjir bilar tær halda verða teir bestu. Í kategoriini ?Family Car of the Year? hava tær kosið Volvo XC60 sum sín yndisbil.

Tilsamans 21 bilar í fýra ymiskum kategorium vóru við í kappingini, tá teir átta kvinnuligu motorjournalistarnir frá Stórabretlandi, USA, Kanada, Suðurafrika, India, Australia og Ný Sælandi valdu sínar yndisbilar.

Kappingin hevur til endamál at læra bilaframleiðarar kring um í heiminum hvørji serlig krøv, kvinnuligu kundarnir seta til sínar bilar. Bilurin sum fekk flest stig samanlagt var Jaguar XF.