Ársins Brúkaraprísur 2011

Brúkaraumboðið fer nú at avdúka, hvør fær ársins Brúkaraprís 2011.

Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.

Hetta er annar prísurin hjá Brúkaraumboðnum, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009. Ætlanin er at lata brúkaraprísin á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum og einstaklingum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.

Príshandanin fer fram í Listaskálin hósdagin 30. juni 2011 frá kl. 15.00 til 16.00. Tónleikur verður við Gurðið Hansdóttir.

Øll eru vælkomin, sigur Brúkaraumboðið.