Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International viðkomandi fyri Føroyar

Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International varð almannakunngjørd í gjár. Endamálið við ársfrágreiðingini, sum fevnir um 150 lond, er at varpa ljós á brot ímóti mannarættindum.

Brot ímóti mannarættindum vóru orsøk til, at fleiri milliónir mannalív vórðu oyðiløgd í 2005:
- Tí er neyðugt, at Amnesty heldur fram við at varpa ljós á trupulleikarnar og setir átøk í verk, ið veruliga muna í altjóða samfelagnum, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty í Føroyum.
 
Ársfrágreiðingin verður ofta nevnd »svartabók«, og er tað skomm at verða nevndur í ársfrágreiðingini hjá Amnesty. Føroyar hava ongantíð verið við í ársfrágreiðingini, men Danmark var fyri nøkrum árum síðani í samband við isolatiónsfongsling:
 
- Tá var ramaskríggj í Danmark, og nógv varð sett í verk fyri at forða fyri, at Danmark varð nevnt aftur í frágreiðingini, sigur Margretha Nónklett og leggur afturat, at hóast Føroyar ikki beinleiðis eru nevndar í frágreiðingini, er frágreiðingin avgjørt viðkomandi fyri okkum:          
 
- Vit eru ein partur av altjóða samfelagnum, so sjálvandi er ársfrágreiðingin eisini viðkomandi fyri okkum. Um vit taka eitt ítøkiligt dømi, staðfestir ársfrágreiðingin eitt nú, at fleiri lond í Evropa loyva loyniligum fangaflutningi. Hóast Føroyar ikki beinleiðis verða nevndar í ársfrágreiðingini, er hetta eisini viðkomandi fyri okkum, tí tað varð staðfest, at eitt loyniligt flogfar hjá CIA fleyg millum Ísland og Ungarn í 2005. Landsstýrið eigur tí, á sama hátt sum hini evropeisku londini, at taka lut, tá tað snýr seg um at steðga ólógligum fangaflutningi. Vit eiga at tryggja okkum, at føroyskt loftrúm ikki verður nýtt til ólógligan fangaflutning, sigur Margretha Nónklett.
 
Ársfrágreiðingin
Í ársfrágreiðingini verður millum annað staðfest, at »kríggið móti yvirgangi« hevur havt við sær, at altjóða mannarættindi eru skúgvað til viks, tí stjórnir loyva píning, loyniligan fangaflutning og vantandi rættargongd.
 
Frágreiðingin vísir somuleiðis á, at trygdarætlanin hjá teimum valdhavandi londunum í stóran mun elvir til, at aðrar álvarligar kreppur ikki verða sæddar:
 
- Lætta atgongdin til hondvápn elvir somuleiðis til meira harðskap, leggur lunnar undir nýggjar kreppur og leingir um kríggj. Vantandi vápnaeftirlit hevur við sær, at vápn lættliga verða seld til stjórnir, sum eru tiltiknar fyri at fremja brot á mannarættindi. Hóast hondvápn eru orsøk til um 500.000 andlát um árið, er einki altjóða eftirlit við vápnaútbreiðslu, greiðir Margretha Nónklett at enda frá.
 
--


Høvuðskrøvini hjá Amnesty International 2006:
 
- At ST og Afrikanska samtakið viðgera kreppuna í Darfur og forða fyri framhaldandi brotum ímóti mannarættindum.
- At ST samtykkir eina avtalu um altjóða vápnaeftirlit.
- At USA letur Guantánamoleguna aftur og almannakunnger nøvn og uppihaldsstøð hjá fangum, sum eru hildnir aftur vegna illgruna um luttøku í yvirgangsvirksemi.
- At nýggja Mannarættindaráðið krevur tað sama, uttan mun til um tað snýr seg um Darfur, Guantánamo, Chechnya ella Kina.
 
--

Deyðarevsing

Í minsta lagi 2.148 fólk vórðu avrættað í 2005, men hesi tøl eru bert toppurin av ísfjallinum, tí nógv lond fremja loyniligar avrættingar.
 
Rættarligar avrættingar vórðu framdar í minsta lagi 24 londum. Kortini eru nøkur fá lond, sum standa fyri størsta partinum av avrættingunum: 94 prosent av øllum avrættingunum vórðu framdar í Kina, Iran, Saudi Arabia og USA.
--
Sitat til myndina:
 
Eins og vit mugu fordøma yvirgangsatsóknum, eiga vit á sama hátt at arbeiða ímóti krøvunum hjá stjórnum, sum halda, yvirgangur kann berjast niður við píning. Hetta kann sammetast við at royna at sløkkja bál við brennievni, segði Irene Khan, aðalskrivarnin hjá Amnesty International, tá hon almannakunngjørdi ársfrágreiðingina.