Barnakonsert
Sólin hevði hug at kaga fram tíðliga seinnapartin fríggjadagin tá Sosialurin vitjaði inni á Toftum. Í Fríðrikskirkjuni vóru umleið 350 børn úr meginpartinum av Føroyum samlaði til at syngja av øllum alvi fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.
Børnini møttu upp tíðliga fyrrapartin inni á Toftum har tey so vandu meginpartin av degnum til stóru konsertina. Teir ymsu skúlarnir vórðu býttir upp í tríggjar bólkar, sum síðani vóru spjaddir runt í kirkjuni har tey sluppu at venja.
Menna sangin á skúlunum
Tað er Føroya Sanglærarafelag, sum skipaði fyri barnakonsertini.
? Grundin til, at vit skipa fyri tílíkum tiltaki er fyri at menna sangin runt um á skúlunum í landinum, sigur Zacharias Sørensen, limur í Føroya Sanglærarafelag.
? Tað gongur afturá við sangi á skúlunum, børnini syngja minnig og minni, og skúlaskipanin ger, at tað eru minni sangtímar til børnini. Eitt tílíkt tiltak ger, at skúli, børn og lærarar fáa nakað at syngja fram til, tí nógvir skúlar vísa áhuga at vera við. Vit syngja nýggjar sangir, sum so aftur kunnu verða brúktir í undirvísingini seinni.
Eitt lítið orkestur, mannað av lærarum, varð samlað júst til hetta høvið. Lærarnir spældu so við meðan børnini sungu.
? Ætlanin er eisini at víðka um tiltøkini vit hava. Hetta er bert byrjaninin, greiðir Zacharias Sørensen frá.
? Vit ætla at finna uppá nógv meira í samband við sangin. Ætlaninar eru at geva sangbøkur og sangtilfar út. Komandi vikuskifti verður til dømis eitt skeið við Joannu Johansen, sum fer at undirvísa í tí at læra børn at syngja, og um hvussu ein kann menna røddina.
Hetta er triðja árið, at skipað hevur verið fyri tílíkari barnakonsert. Ein hevur verið í Havn og ein hevur verið á Kambsdali, og er hetta ikki seinasta ferðin ein tílík barnakonsert er á skránni.
Kirkjan fullsett
Børnini vandu allan dagin, og tá klokkan var vorðin umleið 14.45 høvdu tey eina royndarkonsert. Kirkjan byrjaði at fyllast, og tá klokkan var 15.30 var kirkjan fullsett.
Eitt korter seinni stóðu børnini klár aftur. Nú var tíðin komin at framføra sangirnar, sum tey tær seinastu vikurnar høvdu vant bæði aftur og fram.
Sangirnir vóru níggju í tali, og vóru børnini so væl umtókt, at tey vórðu noydd at syngja eitt eykanummar. Eitt væleydnað tiltak inni á Toftum seinnapartin fríggjadagin.