Myndugleikarnir í Kenya hava lagt hald á 727 fílabein, sum brotsmenn ætlaðu sær at smugla av landinum. Fílabeinið var fjalt í einari bingju, sum var á veg til Dubai, og myndugleikarnir kanna nú, hvar tann ólógligi farmurin hevur sín uppruna.
Tann ólógligi handilin við fílabeinum er vaksin nógv tey seinastu árini orsakaðav stórum eftirspurningi í Asia og Miðeystri, har fílabeinið verður brúkt sum skreytlutir.
Í Afrika eru umleið 472.000 fílar, og serfrøðingar siga, at tann stóri áhugin fyri fílabeini er ein hóttan ímóti stovninum.









