Royndir tónleikarar í nýggjum hami

Kaggin heldur fast í táttinum at skipa fyri góðum dansi hvørt vikuskiftið. Fríggjakvøldið eru tað Showmenn, sum spæla, meðan Hjartar Frúgv við m.ø. Sølvu Ford spælir leygarkvøldið.

Hóast navnið Hjartar Frúgv ikki telist millum kendastu dansibólkar í landinum, so boðar manningin frá høgari góðsku. Frálíka Sølva Ford, hevur gjørt um seg í nógvum bólkum seinastu 15 árini, m.a. í Tám, sum í 2001 spældi seg í Prix Føroyar finaluna. Har spældi hon m.a. saman við urguleikaranum Johan Petur Andreassen og bassleikaranum Kolbeini Simonsen, ið báðir eru við í Hjartar Damu.
Umframt tey trý er gamli musketerurin og húkallurin, trummuleikarin í bólkum sum Føstufressum, Moirae og Taxi multilistamaðurin Kaj Johannesen á trummum. Gittarleikari er Herluf Lützen, ið ivaleyst best er kendur frá Spælimanstónleiki, men sum eisini hevur rokkað í eitt nú Devon, men eisini hópin av øðrum bólkum.
So hóast Hjartar Frúgv ikki er eitt kent navnini borga nøvnini á pallinum fyri einum góðum dansikvøldið, við dansivinarligum rokki.