Talan er um kjakbók um søgu og søguskriving, sum viðger hypotesur um Nólsoayr-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum.
Millum annað verða hesir spurningar viðgjørdir í bókini:
Var Løbner fyrstur at flyta frískt koppingarevni móti pokunum til Føroyar longu í 1801?
Rýmdi Nólsoyar-Páll frá neyðarrópi og hungrandi landsmonnum í apríl í 1808?
Var tað Nólsoyar-Páll, sum gjørdi, at Baugh kapteynur á bretska herskipinum Clio avgjørdi at taka og oyðileggja skansan í Havan 16. mai í 1808.
Var tað rætt av Løbner at yvirgeva skansa uttan at lata nakað skot av?
Hvørjar mannagongdir og háttaløg eiga søgufgrøðingar at halda seg til, táið teir granska og skriva søgu?
Ber tað til hjá søgugranskarum at skriva søgu óheft av sínum egnu persónligu sjónarmiðum?
Spurningarnir eru settir við støði í ítøkiligum tilfari og evnum úr førosykari søgu, men viðgerðin verður sett í samband við almennar søgufakligar meginreglur.
Hans Andrias Sølvará er professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, har hann eisini er dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini.
Hann hevur skrivað fleiri bøkur um politisku søgu Føroya. Hann hevur skrivað ein hóp av greinum í ymsum fakligum tíðarritum og bókum um evni úr føroyskari søgu – á føroyskum, donskum, enskum og týskum. Eisini hevur hann verið við til at ritstjórnað fleiri bøkur og tíðarrit. Hann hevur hildið fyrilestrar á ráðstevnum í Føroyum, Danmark, Íslandi, Fraklandi og Gibraltar.
Hetta er sjeynda bókin hjá Hans Andrias Sølvará.