Royndi at vekja deyðu mammu sína

Malaysisku myndugleikarnir hava funnið tíggju deyðar fílar. Kanningar hava víst, at fílarnir doyðu av innvortis bløðingum, og tey serkønu halda, at bløðingarnar eru komnar av onkrum eituri.

Talan er um Borneo-fílar, sum er tað minsta fílaslagið í heiminum. Myndugleikarnir siga, at talan er ikki um veiðitjóvar, ið drepa fílar fyri at fáa fatur á fílabeini, sum kann seljast fyri nógvar pengar.

Millum teir deyðu fílarnar var ein tríggjar mánaðar gamal ungi. Hann var á lívi og stóð uppi yvir deyðu mammu síni og royndi at vekja hana.

Tað eru bara umleið 1.500 villir Borneo-fílar í heiminum, og slagið er friðað.