Royndarframleiðslan á East Breagh liðug

Faroe Petroleum boðar frá, at royndarframleiðslan á East Breagh nú er liðug. Felagið eigur 10 prosent av loyvinum Kanningarnar, sum fyristøðufelagið Sterling Resources hevur gjørt, geva eitt sera lovandi úrslit við góðum framleiðslutrýsti og møguleika fyri at framleiða enn meiri gass frá eini djúpri gassfláð, sum varð staðfest í boringini, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi í morgun.

Framleiðslan í royndartíðarskeiðinum var 10,2 mió. kubikkføtur av gassi um dagin, sum svarar til 1700 tunnur av olju um dagin. Royndarframleiðslan frá tí djúpri gassfláðini var 1,6 mió. kubikkføtur av gassi um dagin (svarandi til 270 tunnur av olju um dagin).

Hetta seinasta úrslitið, saman við tí gassi, sum longu er staðfest á West Breagh fer helst at skunda undir eina útbyggingarverkætlan fyri Breagh økið. Ein metingarbrunnur verður boraður á West Breagh í næstum.