Tað gongur ill at fáa ungfólk at fara hondverkaralæru. Tað staðfesta limirnir í Havnar Handverkarafelag.
Arbeiðsgevarafelagið skrivar, at støðan er so vánalig, at nú fara Havnar Handverksmeistarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag undir ymiskt tiltøk fyri at lokka ungfólk í hondverkaralæru, tí soleiðis, sum støðan er nú, verður alsamt verri at fáa lærlingar á flest øllum hondverkaraøkjum
Tey siga, at tað er neyðugt at leggja størri dent á at upplýsa um yrkisúrbúgvingar, fyri at fáa tey ungu eisini hugsa tann vegin, tá ið útbúgvingin skal veljast.
Í Havnar Handverkarafelag siga tey, at ein forðing fyri at fáa lærlingar, er, at á summum økjum mugu lærlingarnir til Danmarkar í skúla.
Tó liggur størsta forðingin í sjálvari yrkisútbugvingarskipanini og tað eru serliga tvey viðurskifti, sum mugu broytast beinanvegin, fyri at lærlingar skulu støðast.
- Fyri tað fyrsta má tað vera møguligt hjá teknisku skúlunum at taka lærlingar inn á skúlan meira enn einaferð um árið. Harafturat mugu skúlaskeiðini styttast úr 20 vikum niður í 10 vikur, eisini hóast hetta merkir, at fleiri skúlaskeið vera fyri at varðveita longdina á skúlagondini.
Ananrs fara tey nú undir fleiri átøk fyri at kunna um yrkisútbúgvingarnar. Nøkur av hesum átøkum verða í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Skúlan á Fløtum.
Talan er bóklingar til 8. og 9. flokk, har annar bóklingurin er um skúlavitjanir á byggiplássum, har næmingarnar fáa høvi at seta seg inn í viðurskifti í byggivinnuni.
Hin bóklingurin er eitt roknihefti, har næmingarnir brúka sína egnu skúlastovu sum dømi um, hvussu hondverkararnir, sum hava bygt skúlan, rokna seg fram til rætta úrslitið.