Ætlanin er nú at byggja fleiri summarhús í Hesti. Í hesum sambandi ætlar Tórshavnar Býráð nú at gera tveir nýggjar býlingar í Hesti við summarhústum. Tí bjóðar býráðið nú tvey stykki út til onkran at byggja summarhús á.
Býráðið vísir á, at hesi seinastu árini er fólkatalið í Hesti støðugt minkað. Ein orsøk er helst, at ferðasambandið er so vánaligt, men ein onnur orsøk er helst, tað eru so fá tilboð í oynni, umframt at lítið og einki virksemi er har. Nú búgva 17 fólk í Hesti og tí vilja tey hava býráðið at seta øki av til summarhús fyri at lokka fleiri ferðafólk út í Hest.
Annað stykkið, sum býráðið nú bjóðar út at byggja summarhús á, liggur niðri á havnarlagnum. Talan er um eitt stykki upp á 1.900 fermetrar og talan er um eina útfylling framman fyri gomlu fjøruni. Tá ið aling var í Hestfirði, varð hetta økið brúkt til at goyma útgerð á men síðani alingin datt niðurfyri, hevur økið ikki verið brúkt til nakað ávíst. Sí niðan fyri
##med2##
Hitt stykkið er, sum er sett av til summarhús, er eitt stykkið upp á 3.300 ferðmetrar í sunnara enda á bygdini so at tað verður eitt framhald av sjálvari bygdini. Sí niðan fyri.
##med3##