Royna at finna semju um uppboðssølu

Sambandsflokkurin og Høgni Hoydal samráðast um fiskivinnunýskipanina aftur í dag

Samráðingar verða aftur í dag millum Sambandsflokkin og landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, Tjóðveldi, um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Partarnir hava samráðast í nakrar dagar og eru komnir nakað áleiðis. Fleiri partar av tí, sum nýskipanarbólkurin legði fram, kunnu báðir partar taka undir við.

 

Sum skilst er eisini semja um, at rættindini skulu galda í átta ár, hjá teimum, sum fáa ella keypa rættindini, men enn er ikki full semja um, hvussu tað verður við uppboðssølu av rættindum.

 

Sambandsflokkurin er eftir øllum at døma gingin við til, at 20 prosent av tilfeinginum verður  selt um eina uppboðssølu, men okkurt bendir á, at landsstýrismaðurin vil hava at hetta hækkar eini fimm prosent um árið, so tað endar við at alt skal yvir eina uppboðssølu.

 

Men sum nevnt vera samráðingar millum partarnar seinni í dag. Ongin annar andstøðuflokkur uttan Sambandsflokkurin tekur í løtuni lut í samráðingunum um eina fiskivinnunýskipan.