Tórshavnar Kommuna roynir at fáa telefon- og internetrokningina niður og tí er ætlanin nú at bjóða hesa veitingina út. Telesamskifti kostar kommununi 3,5-4 milliónir um árið og tað ger kommuna til eina av teimum heilt stóru brúkarunum.
Kommunan keypir í dag stórt sæð allan trafikk, teletænastur og internet frá Føroya Tele, men nú er ætlanin at bjóða tað út til teir veitarar, sum eru á marknaðinum at kappast um.
Á býráðsfundi hóskvøldið varð býráðið kunnað um ætlanina og tá greiddi borgarstjórin, Heðin Mortensen, frá, at endamálið er at fáa staðfest um prísurin, sum kommunan nú fær, er tann rætti og um tænastan er tann rætta.
Men í hesum sambandi fer býráðið eisini at kanna møguleikarnar fyri at seta ?hot-spots? til internetið upp ymsastaðni.