Báturin, sum í nátt fór á land útfyri Porkeri, stendur enn. Men roynt verður at fáa bátin av aftur, tá fløðir seinnapartin.
Fólk høvdu verið í veitslulag í Vági, tá tey fóru í bátin, men útfyri Porkeri komu tey ov nær landi. Tey sjey fólkini komu sær sjálvi í land, men báturin fór av aftur og rak fyri vág og vind, til hann aftur fór á land.
Les eisini:
https://www.in.fo/news-detail/news/sigldu-a-land-eftir-nattartur-i-vagi/
Sambært staðkendum fór hann á land á Víkarskeri og stendur nú á Víkartanga.
##med2##
##med3##












