Roykfríur løgmaður

Í fýra vikur hevur Jóannes Eidesgaard ikki fingið sær ein tann einasta guv av pípuni. Hann hevði roykt í eini 40 ár, men nú var nokk

Sunnunáttinia fyri fýra vikum síðani, sløkti løgmaður Jóannes Eidesgaard sína seinastu pípu.
- Eg tók avgerðina fyri nógvum mánaðum síðandi, og eg havi brúkt tað mesta av einum ári at motivera meg sjálvan til at leggja av, sigur Jóannes við Sosialin.
Hann hevur ikki fylgt við í úvarpssendingini, sum snýr seg um at leggja av, men valt eina aðra stríðstætlan.
- Eg havi ikki sagt hetta fyri nøkrum. Hetta er ein kampur millum meg og meg sjálvan. Nú hava nøkur fólk sjálvandi lagt tað til merkis, sigur hann, og nevnir millum annað vaskikonuna úti í Tinganesi og konu sína.
Tá harðast leikar á fær løgmaður sær eina nikotintablett undir tunguna og er púra galið, brúkar hann næsaspray.
- Tað er gott at fáa eitt "shot" beint upp í heilan, sigur hann.

Roykfrítt umhvørvið
Orsøkin til, at Jóannes Eidesgaard valdi at leggja av beint nú, er, at hann seinastu tíðina er farin at kenna seg alt meiri einsamallan sum roykjara. Tinganes er roykfrítt umhvørvi, og av teimum sjey í landstýrinum er hann einasti roykjari.
- Eg ferðist eisini nógv, og tá er keðiligt at roykja. Ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, og hotellrúmini til roykjarar eru ikki altíð tey bestu, sigur Jóannes.

Er tað so heilt vist, at tú ikki hevur fingið ein tann einasta guv í fýra vikur?
- Ja tað er heilt sikkurt. Onkuntíð havi eg stillað meg nær onkrum roykjara, so tá havi eg verið passivur roykjari, men aktivur havi eg ikki verið nú í fýra vikur.