Royal Greenland hevði aftur blóðreyð tøl í fjør

- 2024 hevur verið eitt ár, sum var merkt av neyðugum og truplum avgerðum, sum skulu tryggja eina sterkari fyritøku frameftir

Úrslitið hjá stóru grønlendsku fiskivinnufyritøkuni, Royal Greenland, gjørdist í fjør eitt hall á 196 milliónir krónur fyri skatt.

 

Tað upplýsir felagið í tíðindaskrivi, og lagt verður aftrat, at hetta er ikki eitt nøktandi úrslit.

 

Umsetningurin var 5,6 milliardir krónur, sum er ein lítil afturgongd í mun til árið fyri.

 

- 2024 hevur verið eitt ár, sum var merkt av neyðugum og truplum avgerðum, sum skulu tryggja eina sterkari fyritøku frameftir.

 

Royal Greenland vísir á, at árið 2024 gjørdist ikki árið, har fiskivinnufyritøkan fekk vent fíggjarligu gongdini, men noyddist at síggja enn eitt stórt rakstrarhall.

 

Lyklatølini hjá Royal Greenland fyri árið 2024 kunnu lesast um hesa leinkju í Sermitsiaq - https://www.sermitsiaq.ag/erhverv/nyt-blodrodt-regnskab-fra-royal-greenland/2226207