Royal Greenland byggir nýggjar trolarar

Reiðarríið ger metstóra íløgu á 700 milliónir krónur

Seinnapartin í gjár fór nýbygningur hjá grønlendska reiðarínum Royal Greenland av bakkastokki í norðurspanska býnum Bilbao.

Hetta er fyrri av tveimum nýggjum trolarum, sum reiðaríið letur byggja. Nýggju tolrararnir skulu avloysa Qaqqatsiaq og Sisimiut. Annar trolarin skal fiska svartkalva og tosk, og hin skal fiska svartkavla og rækjur. 

Samanlagt fer íløgan hjá Royal Greenland at kosta umleið 700 milliónir krónur, og ætlanin er, at trolararnir verða lidnir næsta ár. 

Royal Greenland hevði gott ár í fjør. Avlopið var 129 milliónir krónur. Umsetningurin hjá felagnum var 5,6 milliardir krónur.