Roy Hodgson enskur landsliðsvenjari

Enska fótbóltssambandið hevur fyri løtu síðan váttað, at Roy Hodgson er tann nýggi enski landsliðsvenjari. FA hevur boðað frá, at hann verður alment kunngjørdur sum enskur landsliðsvenjari á einum tíðindafundi klokkan 16.00 í dag.

 

Tað sá annars leingi út til at Tottenham venjarin, Harry Redknapp, skuldi gerjast nýggjur landsliðsvenjari eftir at Fabio Capello takkaði fyri seg í feburar mánaði.

 

Roy Hodgson hevur seinsta hálvaannað árið verið venjari hjá West Bromwich Albion. Hann hevur fyrr verið landsliðsvenjari hjá eitt nú Sveis og Finnlandi.

 

Venjara yrkisleiðin hjá Roy Hodgson:

 

1976–1980 Halmstad

1982 Bristol City

1982 Oddevold

1983–1984 Örebro

1985–1989 Malmö FF

1990–1992 Neuchâtel Xamax

1992–1995 Sveis

1995–1997 Inter Milan

1997–1998 Blackburn Rovers

1999 Inter Milan

1999–2000 Grasshopper

2000–2001 FCK

2001 Udinese

2002–2004 Sameindu emirríkini

2004–2005 Viking

2006–2007 Finnland

2007–2010 Fulham

2010–2011 Liverpool

2011–2012 West Bromwich Albion

2012- Ongland