Í gjár tapti Roskilde Festivalurin í einum máli, teir høvdu lagt ímóti donsku skattastovuna. Festivalurin hevði donerað pengar til lokala spælistaðið ?Gimle?, sum eisini liggur í Roskilde. Men av tí orsøk, at Roskilde Festivalurin ikki skal gjalda mvg, sleppa tey bert at donera pengar til neyðhjálparfelagsskapir o.s.fr.
Seinastu átta árini hevur Gimle havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Roskilde. Spælistaðið hevur luttikið í verkætlanum viðvíkjandi m.a. upprættan av Víkingejazz Festival, RoskildeNatten og einum studentahúsi.
Rætturin dømdi Festivalin til ikki at kunna donera pengar til Gimle umframt at gjalda eina rokning uppá 25.000 kr fyri útreiðslur til málið.