Rosenborg setti Toda og teir upp á pláss

Start megnaði einki í útidystinum ímóti Rosenborg í norsku tippuliguni sunnudagin. Sigursvanda felagið úr Tróndheimi var greitt við yvirlutan og vann 3-0. Todi Jónsson var á beinkinum frá byrjan, men tá ið 74 minuttir vóru spældir - og støðan longu var 3-0 - kom hann á vøllin. Todi hevði eina roynd í síðsta minutti, men verjuspælari blokeraði skotið.