Ronaldo skeyt 57 mál í 57 dystum í ár

Hóast hann verður sagdur at spæla undir sítt vanliga støðið, so megnaði hann eitt mál pr. dyst

Portugisiski stórspælarin hjá Real Madrid, Cristiano Ronaldo hevur fingið kritikk fyri at verða væl undir sítt vanliga støðið í 2015.

 

Hóast hetta, so endaði Cristiano Ronaldo á 57 málum í 57 dystum fyri Real Madrid og portugisiska landsliðið, sum má sigast at verða eitt ótrúliga gott gjøgnumsnitt.

 

Cristiano Ronaldo skeyt tvey mál í 3-1 sigrinum hjá Real Madrid, tá høvuðstaðarliðið tók ímóti Real Sociedad fyrr í dag. Cristiano Ronaldo hevði brúk fyri at skjóta tvey mál fyri at halda gjøgnumsnittinum á einum máli, og tað var júst tað hann gjørdi. Umframt at skjóta tvey mál í dystinum í dag brendi Cristiano Ronaldo eisini eitt brotsspark. Tá hann aftur fekk høvið at skora uppá brotsspark seinni í dystinum sveik hann ikki álitið.