Øll fýra liðini í bólki G kunnu koma víðari í kappingini.
Málúrtøka | Stig | |
---|---|---|
Týskland | 6-2 | 4 |
USA | 4-3 | 4 |
Ghana | 3-4 | 1 |
Portugal | 2-6 | 1 |
Týskland og USA hava besta útgangsstøði, við tað, at teimum bert tørvar ein javnleik fyri at koma víðari í kappingini. Við tað at tey skulu spæla hvør móti øðrum, hava longu røddir verið frammi um, at hugsast kann, at tey spæla javnt við vilja, fyri at sláa Portugal út úr kappingini. Hendan samansvørjingarsøga tekur eyka dik á seg, tá hugsað verður um, at gamla hetjan hjá Týsklandi, Jürgen Klinsmann, er venjari hjá júst USA. Klinsmann vann gull við Týsklandi sum spælari í HM í 1990, eins og hann sum venjari leiddi Týskland til eina bronsumedalju í HM í 2006 á heimavølli.
Sjálvandi hava bæði Týskland og USA góða orsøk til at stríðast fyri einum sigri, tá vinnarin av bólkinum skal møta nummar tvey í bólki H og vanligt er, at nummar tvey er eitt verri lið enn nummar eitt.
Málúrtøkan hjá Týsklandi er somikið góð í mun til hini liðini, at ilt er at síggja at teir skulu rúka út úr kappingini. Málúrtøkan hjá teimum er fimm mál betri enn tann hjá Ghana og átta mál betri enn tann hjá Portugal.
Støðan hjá Ghana er meinlík tí hjá Portugal, tó hava teir væl betri málúrtøka. Munurin millum málúrtøkuna hjá Ghana og USA er bara tvey mál. Vinnur Ghana 1-0 og USA tapir 1-0 enda bæði liðini á fýra stigum og málúrtøkuni 4-4. Tó vann USA innanhýsis dystin teirra millum, og er tað tí USA, sum fer víðari í eini tílíkari støðu. Ghana má tí antin vinna við tveimum málum, ella skora minst tvey mál í teirra sigri, meðan USA tapa.
Portugal fer eftir øllum at døma út úr kappingini. Portugal má vinna sín dyst, samstundis sum dysturin millum Týskland og USA ikki endar við javnleiki. Málúrtøkan hjá Portugal er fimm mál verri enn tann hjá USA, so til dømis skal Portugal vinna við trimum málum og USA tapa við tveimum, um Portugal skal fara víðari.
Dystirnir millum Týskland – USA og Portugal – Ghana byrja klokkan 17.00
Norðurafrikanskt fyri fyrstu ferð síðani 1986
Málúrtøka | Stig | |
---|---|---|
Belgia | 3-1 | 6 |
Algeria | 5-4 | 3 |
Russland | 1-2 | 1 |
Suður-Korea | 3-5 | 1 |
Í bólki H hevur Belgia tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, men óvist er, hvørt tað verður Algeria, Russland ella Suður-Korea, ið fara við teimum. Mest sannlíkt er, at Suður-Korea mugu pakka taskurnar og fara heim. Teir skulu vinna móti Belgia, samstundis sum Algeria ikki vinnur móti Russlandi. Spæla Algeria og Russland javnleik, skal Suður-Kora vinna við minst trimum málum móti Belgia. Vinnur Russland á Algeria, skal Suður-Korea vinna við minst tveimum málum meiri móti Belgia, enn Russland vinnur á Algeria.
Tískil sær tað út til, at Russland og Algeria spæla ein avgerandi dyst um eitt pláss í komandi umfari. Vinnarin fer víðari saman við Belgia, meðan ein javnleikur ger tað mest sannlíkt, at Algeria fer víðari. Hetta verður í so fall fyrstu ferð síðani 1986, at eitt norurafrikanskt lið vinnur seg víðari úr bólkaspælinum.
Dystirnir millum Russland - Algeria og Belgia - Suður-Korea byrja kl 21.00