Ronaldo illa fyri

Orð sum feitur og latur hava verið sett á brasilska Ronaldo, sum ikki gjørdi stórvegis um seg í fyrsta dystinum hjá landinum. Hvørt tað er samanhangur ella ikki, skal ikki sigast, men í gjár var Ronaldo ikki heilt væl fyri, skriva fleiri miðlar. Spælarin valdi at fara til læknakanningar, tí hann kendi seg ikki væl, men læknarnir kundu tó ikki staðfesta nakra sjúku.  Spælarin er væl fyri, og hann venur aftur í dag, eru boðini úr brasilsku landsliðsleguni.