Romney missir undirtøku

Mitt Romney, sum stillar upp fyri republikanararnar á amerikanska forsetavalinum í heyst, hevur mist undirtøku ímillum veljararnar í seinastuni.

Í einari spildurnýggjari meiningakanning hjá Washington Post og ABC News siga 49 prosent av teimum spurdu, at tey eru ímóti Romney. Tað søgdu 45 prosent fyri trimum mánaðum síðani. 40 prosent siga, at tey eru nøgd við hann, og tað er á leið tað sama sum í mai.

53 prosent siga, at tey styðja Barack Obama, forseta. 43 prosent siga, at tey eru ímóti honum.

Amerikanska forsetavalið verður tann 6. november.