Rokk-o-Rudl í Norðurlandahúsinum

Sitikonsertin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið var ein misjøvn uppliving. Til tíðir megafeit, men eisini tóm og lítið sigandi

UMMÆLI

Tað fyrsta, ið eg legði til merkis, tá eg trein inn í stóra salin í Norðurlandahúsinum, var ljósið. Tað var náttarblátt, og gav rúminum ein serstakan dám. Minti, av einari ella aðrari orsøk, um Grøna tjaldið á Roskilde. Dempaður tónleikur fjálgaði rúmið og undirstrikaði, at talan var um eina rockkonsert. Sitikonsert, væl at merkja. Ikki tí. Sitikonsertir eru sum oftast feitar, um tónleikurin er verdur at hoyra. Tað var hesin í stóran mun, hóast okkurt keðiligt eisini var skránni.
Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var nærum á tremur av áhoyrarum, til stóra rockbrakið leygarkvøldið, sum var ein partur av hátíðarhaldinum, nú húsið hevur 20 ár á bakið.

Sveimandi Gestir
Prix Føroyar vinnararnir Gestir løgdu út, við teirra sermerkta stemningsfulla tónleiki. Hevði ikki stórar vónir til teir frammanundan konsertini, av tí at teir rætt og slætt ikki hava fangað meg fyrr. Men eg má viðganga, at eg gjørdist sera positivt yvirraskaður, og varð nærum sligin út av løgunum, teir borðreiddu við. Ein av orsøkunum til hetta var óivað, at ongir hooligans vóru í salinum, og gjørdi hetta upplivingina meira fullfíggjaða. Í staðin fyri ein bunka av hoppandi reyðum t-shirtum, bar nú til at konsentrerað seg um tónleikin, eitt, sum var torført til Prix Føroyar finaluna.
Niðurstøðan var greið beinan vegin teir byrjaðu: Teir eru feitir. Spældu super væl og gjøgnumført, við nógvum lekrum detaljum. Og slíkar hava tað altíð best á sitikonsertum, tí áhoyrarin fangar tær lættari, tá tað ikki eru hoppandi fólk og larmur rundan um.

Tungir dreingir úr Klaksvík
Eftir at Gestir høvdu lovað áhoyrarunum at vera gestir í tónleikaheimi teirra í ein góðan hálvan tíma, trein nu-metal bólkurin Mind?s Eye, úr Klaksvík á pallin. Var spentur at hoyra teir, tí eg hevði hoyrt nógv gott um teir, men bleiv heldur vónsvikin. Við ov nógvum íblástri frá KoRn, spældu teir mainstream nu-metal tónleik, sum ikki hóskaði serliga væl til eina sitikonsert. Har var snøgt sagt ikki nóg nógv góðs í tónleikinum, til at hann bleiv áhugaverdur. Eisini vóru teir, undantikið sangaran, sera passivir á pallinum, stóðu mest sum bert á sama stað alla tíðina.
Tó skal sigast, at bólkurin ivaleyst hevði verið feitur, til eina vanliga standikonsert, har mann kundi flippa út, uttan at noyðast at lurta so væl eftir tónleikaheildini.

Makrel stinkar ikki
Aftan á Mind?s Eye, áttu Makrel pallin. Hetta var tann bólkurin, sum eg við spenningi hevði bíðað eftir, og teir skuffaðu heldur ikki. Løgdu út við Betty, ið er fyrsta lagið á nýggju fløguni Makrel Stinkar. Feitur sangur, sum teir spældu sera væl. Eftir hendan sangin hildu teir fram við løgum, ið mintu meg á nøvn sum eitt nú Nirvana, Sepultura, Staind, U2 og Incubus. Serliga riggaði seinasti sangurin hjá teimum, Sangur til 200, væl, tá Ári Rouch fór syngjandi niðan millum áhoyrararnar.
Makrel eru avgjørt ein av feitastu live bólkunum í Føroyum í dag. At teir trívast á pallinum er eyðsýnt, og alt sær so leikandi lætt út hjá teimum. Teir levera undirhald fyri allar pengarnar, serliga Ári Rouch, sum umframt at duga at syngja, eisini er ein framúr skemtari.

Farvæl til Krit
Havnabólkurin Krit hevur altíð havt sín egna stíl. Teir spæla grótharðan tungan rock, í spennir sera vítt, líka frá Death Metal, yvir til meira melodiøsan metal tónleik.
Ein kundi fryktað, at hetta fór als ikki at rigga til eina sitikonsert, men aftur her bleiv eg tikin á bóli. Teir vóru snøgt sagt framúrskarandi. Gjøgnumførdur og væl spældur tónleikur, gott show, eitt image, ið ímyndar tónleikin og so duga teir óvanliga væl at fáa stemningin upp at kóka.
Málaðir í andlitinum og í løgnum klæðum, komu teir á pallin at spæla vælkenda mega tunga, larmandi tónleikin. Eftir at hava brøla og rópt seg gjøgnum eina skrá, ið fevndi um alt frá speed metal til melodiøsan kirkjulíknandi tónleik, kom tað veruliga hæddarpunktið ímóti endanum. Í svørtum kyrtli stóð Edmund í Garði á odda fyri tí mest agressiva og intensa, ið eg nakrantíð havi sæð í Føroyum. Hann spældi violinboga á guitaran, sum gav eitt ræðuligt, nærmast óhugnaligt óljóð. Sló, kastaði og sparkaði guitarin, fyri at enda at slíta streingirnir av honum og taka ein annan guitara í hond. Alt meðan hinir í bólkinum buldraðu ófantaliga illa.
Eftir hetta hendi nakað løgið. Teir førkaðu seg úr larminum og ruðuleikanum, inn í eitt reindyrkað popp stykki, ið allarmest líktist onkrum hjá U2. Endaspurturin var, tá Edmund við eitt fór at spæla eitt Wagner-líknandi gravarferðalag á urguna.
Um showið til endans var jarðarferðin hjá Krit, veit eg ikki, tí sambært Edmundi, ætla teir sær at hava ein longri steðg nú. So um tú ikki sást teir leygarkvøldið, misti tú eina av teimum størstu konsert upplivingunum nakrantíð í Føroyum.

Tungmálmur úr høvuðsstaðnum
Seinast eg var til sitikonsert hjá Hatespeech, var tá Tutl fylti 25 ár, eisini í Norðurlandahúsinum. Ta ferðina var eg málleysur, tí teir vóru so vemmiliga feitir og nýskapandi. Fullir í orku.
Av tí sama hevði eg stórar vónir leygarkvøldið, men eg bleiv nakað vónsvikin. Ikki tí, Hatespeech vóru fínir, men teir høvdu onki nýtt at bjóða. Og tá mann hevur hoyrt teir nakrar ferðir, so verða teir forútsigiligir og harvið eisini keðiligir, serliga tá mann er noyddur at sita niðri og lurta. Einasta, sum eg leggi til merkis hvørjaferð eg hoyri Hatespeech, er guitarspælið hjá Heðin Ziska Davidsen. Tað er genialt, og lyftir heildina í bólkinum nógv upp, tí har er allatíðina okkurt nýtt og spennandi at hoyra.

Blandaðar kenslur
Ímillum hvørt av innsløgunum hoyrdist sera áhugaverda orkestrið Aparat, úr Íslandi. Sum skilst verður hetta eitt av tilboðunum á Listastevnuni í august, so tað gleði eg meg longu til.
Tað var við blandaðum kenslum, eg fór heim eftir tiltakið. Okkurt í mær segði ?WOW,? meðan okkurt annað segði ?Geisp-Zzz.? Har var nógv, sum var ordiliga feitt, og hóast alt ikki var líka gott, so er tað tað feita, ið situr klárast eftir í minninum. Og tað verður nokk sitandi eina løtu.
Í øllum førum fer framførslan hjá Krit nokk altíð at teljast millum tær bestu, ið eg havi verið til yvirhøvur. Keðiligt, at teir fara at hava ein steðg, tí tað er avgjørt ein bólkur, sum er verdur bæði at hoyra og síggja.
Eisini fari eg ivaleyst at minnast framførsluna hjá Gestum, tí hon opnaði eygu míni fyri einum sera góðum bólki, ið heilt sikkurt er millum teir bestu her í Føroyum.
Makrel fari eg at minnast, bara tí teir eru Makrel. Ongin er sum teir, og teir eru feitir allan vegin ígjøgnum.
Trúgvi ikki at Hatespeech og Mind?s Eye komu til sín rætt, av tí, at tað var ein sitikonsert, og áhoyrararnir í stóran mun vóru edrúir og friðarligir. Hopi at sleppa at síggja onkran av hesum báðum bólkunum aftur skjótt. Kanska ólavsøkukonsertin hevði verið eitt gott høvi at víst, hvør dugur er í teimum.
Vóni at skipað verður fyri fleiri líknandi tiltøkum í framtíðini, tí slík tiltøk geva bólkunum ein góðan møguleika at vísa, hvat teir hava at bjóða reint tónlistarliga.

.