Myndugleikarnir í Turkalandi royna at leggja trýst á ES-nevndina fyri at fáa hana at nokta tíðindafólki hjá kurdisku sjónvarpsstøðini ROJ atgongd til ES-skrivstovurnar í Bruxelles.
Nevndin hevur víst turkiska kravinum frá sær, men kurdiska sjónvarpskvinnan Senem Guneser sigur við danska útvarpið, at hon fær ikki somu møguleikar á ES-skrivstovunum sum onnur tíðindafólk. Eitt nú sleppur hon ikki inn í upptøkuhølið, sum er ætlað tíðindafólki, og hon sigur seg hava fingið at vita, at tað hóvar ikki turkisku stjórnini, at hon er har.
Turkiska stjórnin heldur uppá, at ROJ-sjónvarpið er partur av PKK, sum stendur á listanum yvir yvirgangsfelagsskapir, og tí heldur Turkaland ikki, at tíðindafólk hjá sjónvarpinum eiga at hava atgongd til ES-skrivstovurnar. ES hevur kortini víst turkiska kravinum frá sær við teirri grundgeving, at sambært belgisku myndugleikunum hevur ROJ einki samband við yvirgang.