Føroya Rættur er nú um at drukna av fólki, sum seinastu tíðina hava latið inn stevning ímóti TAKS.
Tað eru bileigarar, sum stevna TAKS fyri at hava kravt ólógligt mvg av skrásetingargjaldinum av bilum, sum vórðu keyptir í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005.
Fyribils hava einir 100 bileigarar stevnt TAKS og bilasølunum fyri at fáa mvg av skrásetingargjaldinum aftur.
Men hetta er bara toppurin av ísfjallinum, tí tilsamans verður mett, at einir 2000-3000 nýggir bilar vóru keyptir í hesum tíðarskeiðnum.
Og tað er nógv, sum bendir á, at næstu tíðina fara alt fleiri og fleiri bileigarar at lata inn stevning hesa næstu tíðina.
Hetta hendir eftir at tað fyri stuttum kom fram, at øll sum keypti nýggjan bil frá 1 mai 1999 til 27. apríl 2005, hava møguliga goldið ov nógv í mvg.
Tað kemst av, at bileigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum, men nú er ført fram, at helst er ólógligt at krevja mvg av skrásetingargaldinum.
Og tað er hesin spurningurin, sum rætturin nú skal taka støðu til.
Tilsamans verður mett, at talan er um yvir 100 milliónir krónur, sum TAKS skal hava kravt ov nógv inn í mvg frá bileigarum.
Kendar royndarkaninur
Endar hetta við at einir 2000-3000 bileigarar stevna Taks og føroysku bilasølunum fyri at fáa mvg aftur, verður at krevja óendaliga stóra arbeiðsorku hjá Føroya Rætti. Spurningurin varð umrøddur í Føroya Rætti í morgun og har var tað ført fram, at tað verður so orkukrevjandi at føra øll sakarmálini, at tað er meiningsleyst.
Men av tí at aðaltátturin í teimum allarflestu málunum líkist, er semja um, at taka nøkur fá mál burtur úr rúgvuni at brúka sum prinsippmál í Føroya Rætti.
Og tað kann ikki sigast annað enn, at talan er um rættiliga kendar royndarkaninur, sum bileigararnir, Føroya Rættur og Taks hava fingið.
Tað vera nevniliga sakarmálini hjá teimum báðum, Rodmundi Nielsen, løgtingsmanni, og Birni á Heygum, løgfrøðingi, sum skulu brúkast sum prinsippmál í hesum føri.
Báðir hava teir keypt bil í hesum føri og báðir hava teir játtað at leggja navn til eitt prinsippsakarmál í hesum føri sum síðani kann brúkast at viðgera tey allarflestu av hinum málunum eftir.
Eru onkur frábrigdi í øðrum málum, verða tey so viðgjørd so hvørt.
Fleiri ár
Men talan verður helst um drúgvt rættarmál, tí av tí, at talan er um rættiliga grundleggjandi spurningar, verður mett, at málið uttan iva endar í landsrættinum og kanska eisini í hægstarætti.
So kann tað taka fleiri ár at fáa málið avgreitt.
Í rættinum í morgun varð eisini tosað um, hvør skuldi rinda sakarmálskostnaðin.
Taks gjørdi púra greitt, at stovnurin vildi ikki frammanundan binda seg til at betala sakarmálskostnaðin.
Men tað gjørdi ongan mun, tí bæði Bjørn á Heygum og Rodmund Nielsen eru sinnaðir at føra sakina til tann bitra enda kortini.
TAKS vil heldur ikki víkja frá fyrningarfreistini í hesum máli, hóast stovnurin møguliga hevur kravt ov nógv mvg inn frá bileigarum.
Fyrningarfreistin er fimm ár. Men spurningurin er um tey fimm árini skulu galda frá 1999, tá ið fyrstu bilarnir vórðu keyptir, ella um hon skal galda frá 2005, tá ið málið kom undan kavi.
Og so skal tað eisini leggjast afturat, at bæði sorinskrivarin og ein annar dómari í Føroya Rætti hava somuleiðis keypt bil í sama tíðarskeiði og tískil eru teir ógegnigir at føra sakina.
Av tí sama skal landsrætturin nú tilnevna ein uttanveltaðan dómara at viðgera sakina og tað fer landsrætturin at gera nú.
Bíða nú eftir dómsvaldinum
Tað var í 2005, at tað kom fram, at øll, sum hava keypt nýggjan bil frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava møguliga goldið ov nógv í mvg av bilinum. Tað kemst av, at bileigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum, men nú er komið fram, at tað møguliga ikki er lógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum.
Málið er lagt fyri Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum er hægsti fyrisitingarligur myndugleiki hjá TAKS og nevndin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum.
Men hesum er TAKS ikki samt í og tískil er málið lagt fyri Føroya Rætt.
Fær TAKS ikki viðhald frá dómsvaldinum, er greitt, at talan er um einar 2000-3000 bileigarar, sum tilsamans hava goldið einar 120 milliónir ov nógv í mvg av bilum, teir hava keypt hetta umrødda tíðarskeið.
Sjálvstýrisflokkurin royndi í fjørð at fáa Løgtingið at samtykkja, at kom dómsvaldið til ta niðurstøðu, at TAKS hevði borið seg ólógliga at, skuldu øll fáa tað aftur, tey høvdu goldið ov nógv.
Flokkurin nevndi eisini møguleikan, at ein grund til, at málið verður drigið so langt út, kann vera ein roynd at fáa tey allarflestu at fella fyri fyrningarfreistini, so at TAKS sleppur undan at gjalda pengarnar aftur, hóast dómsvaldið skuldi komið til ta niðurstøðu, at ov nógv er kravt inn í mvg
Men Løgtingið vildi ikki samtykkja málið, men legði tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum bileigara at krevja pengarnar inn umvegis dómsvaldið.