Chesterfield hevur ein leikari, sum eitur Danny Glover, navnabróðir við tann litta filmssjónleikaran frá “Lethal weapon” 1-4 og “The color purple” hjá Steven Spielberg.
Tom Cruise og Michael Moore
Port Vale hevur ein Michael Jordan á liðnum. Men hesin er ikki so høgt flúgvandi, sum navnabróðurin var í kurvabólti. Og nú hevur eykaliðið hjá Arsenal ein Tom Cruise á liðnum hjá sær. Onkur nevnir hann “Mini-Cruise”. Í skotsku liguni leikar ein Michael Moore við gamla liðnum hjá Jens Martin Knudsen; Ayr United. Um hesin Michael Moore filmar á vøllinum, sigur søgan einki um?
Søguligir navnabrøður
Tað hevur eisini verið talan um navnabrøður við kendar, søguligar persónar í ensku liguni. T.d. hevði Newcastle United ein Robert Lee á miðvøllinum. Hann bleiv sjálvandi nevndur “Generalurin”, og tá bleiv sipað til ovasta herleiðaran hjá amerikonsku suðurstatunum í amerikanska borgarakrígnum, árini 1861-1865. Bretar eru eitt skemtingarsamt fólk burtur av, og teimum líkt verður nógv gjørt burtur úr hesum navnabrøðrunum, hvørs amerikansku navnabrøður hava gjørt seg galdandi í nútíð og fortíð. Sig so ikki, at fótbóltur kann verða stuttligur!