Road Racing kapping var leygardagin 29. september á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele í Hoyvík
Kappast varð í bólkunum: kvinnur, menn og oldboys. Koyrt varð á økinum uttan fyri Føroya Tele bygningin. Talan var um seinasta umfarið í FM-kappingini í Road Racing.
Úrslitini av kappingini er hesi:
Menn: nr. 1 Agnar Dahl, nr. 2 Páll Hansen, nr. 3 Tonni á Krákusteini, nr. 4 David M. Jørgensen, nr. 5 Fróði Dam og nr. 6 Hans Magni Danielsen.
Oldboys: nr. 1 Kartin Mikkelsen, nr. 2 Thomas Debes, nr. 3 Johnny Thomassen, nr. 4 Agnar Dahl nr. 5 Jón i Dali og nr. 6 Hans Magni Danielsen.
Kvinnur: nr. 1 Birita Ellevang, nr. 2. Katrin Ellingsgaard og nr. 3 Tanja Jenny í Dali Nielsen