Árliga tungmálms konsertferðin Ozzfest, er ávegis til at gerast slógbrótari innan úttandura konsertir. Gamli rokk abbin Ozzy Osbourne og kona/umboð hansara Sharon, kunngjørdi fyrr í hesu viku at atgongumerkir til nógv vitjaða Ozzfest, vera ókeypis til summar tá konsertirnar fara í gongd. Síðan Ozzfest byrjaði aftur í 1996, hevur tað kraft nógva fígging, og av tí sama hava rokk og tungmálmsfjepparar skula goldið upp til 900 krónur fyri at sleppa til eina konsert í Ozzfest høpi. Hettar er ein góður máti at geva okkara viðhaldsfólkum okkurt aftur fyri teirra áhaldandi stuðul, sigur Sharon Osbourne, ið er høvuðsfyriskipari av konsertunum.
System Of A Down, Judas Priest, Korn og Velvet Revolver, eru bólkar sum hava veri við á Ozzfest, sum ferðast kring amerikanskar stórbýir.