Aftur í ár, 4. fjórða árið á rað, fer VOX at hava jólakonsert. Fleiri eru á einum máli um, at konsertin, sum er vorðin ein fastur táttur í desembermánaði, virkar við til, at jólini veruliga eru í hondum.
VOX er mannað við uml 30 sangarum úr Heimamissiónini. Teir flestu úr Eysturoynni. Fólk flest kenna VOX sum eitt lívligt kór við brúsandi gospelsangi og lættum gospelrútmum frá einum svingandi og vælspælandi orkestri, men jólakonsertin er heilt øðrvísi! Á skránni eru jólasangir, bæði traditionellir og nýggjari, bæði acapella og við fylgisspæli. Eisini koma einstaklingar og bólkar úr kórinum at framføra løg. Hetta ger, at konsertin er sera fjølbroytt og spennandi.
Kórleiðari hjá VOX er Ásbjørn Berthelsen av Strondum, sum eisini hevur verið kórleiðari síðan kórið byrjaði í 1998
Konsertin verður í Fríðrikskirkjuni hóskvøldið 18. desember klokkan 20.00.