Írska fótbóltssambandið krevur umdyst millum Írland og Frakland, eftir at Thierry tvær ferðir hevði hondina á bóltinum, áðrenn hann spældi William Gallas frían til málið, ið sendi Fraklands til HM-endaspælið. – Hetta skaðar umdømi hjá fótbóltinum, og vit heita á FIFA um at skipa fyri einum umdysti, sigur írska fótbóltssambandið. Landsliðsvenjarin hjá Írlandi, Giovanni Trappatoni, heldur tað vera skeivt, at spælast skal tvær ferðir eitt korter, tá tað stendur á jøvnum í slíkum avgerandi dystum, tí tað verður ov stórur fyrimunur fyri tað liðið, sum er á heimavølli.